James Blunt konsert á flogvøllinum

Flogfarið, har James Blunt eisini var við, skuldi eftir ætlan lenda í Vágum tíðliga seinnapartin, men flogfarið fekk ikki lent vegna mjørka. Flogfarið fór tí eitt vend til Bergen, áðrenn tað lendi í Vágum í kvøld. So skuldi mann trúð, at James Blunt vildi sleppa beinleiðis á gistingarhús at hvíla seg, men hann vildi gjarna syngja nakrar sangir fyri ferðafólkunum, ið høvdu bíðað leingi eftir at sleppa avstað úr Føroyum. Og sjálvandi sluppu áhoyrarnir at hoyra stórhittið “You´re Beautiful“. @Arnar Lognberg
Back to Top