Í nátt falla flykrur

Einaferð í summar hevði eg ta fragd at ganga út á fýrin á Trøllanesi saman við Sólrun Michelsen og dóttur hennara Elin. Tá visti hon ikki av, at eg í eina tíð hevði arbeitt uppá eitt lag til eina av hennara vøkru yrkingum. Eg loyvdi mær at murra eitt sindur av laginum og spurdi hana, um tað var í lagi, at eg brúkti hennara tekst. Glaður var eg, tá hon segði seg gleða seg til at hoyra lagið. Sutt eftir var lagið liðugt og eg kendi á mær, at tað mátti gevast út. Tí sendi eg eina ráupptøku til Hans Poulsen og spurdi hann hvat hann helt um lagið. Eg fekk ein góðan tummil upp og fáar dagar eftir møttust vit í Introvers studio. Eg spældi sangin inn til eitt klikktrack og sang ein fyribils vokal inn. Síðani fingu vit Brand Jacobsen inn í studio og hann spældi trummur til mítt gittarspæl. Hans produseraði trummurnar. Eftir tað spældi eg gittarina inn av nýggjum og sang sangin inn av nýggjum, saman við Ingibjørg Hansen. Eg helt at sangurin fór at rigga væl við okkum báðum sum sangarum. So fór Hans í gongd og fekk bass, orgul, klaver og ymiskt annað uppá pláss, sum hann meistrar so væl. Margretha, kona Hans, sang kór og eg legði eina aðrustemmu inn til niðurlagið. Samstundis hevði Eyðun, sonurin, nøkur boð uppá eitt solospæl og vit valdu eitt av teimum. Efrirfylgjandi tók Petur Martin Solmunde hesa video av sanginum upp í Nólsoyarpálsgarðinum í Klaksvík. Takk øll somul, sum hava luttikið og givið eina hond. Í nátt falla flykrur Í nátt falla flykrur sum friður av himni tær leggjast á runnar og trø og heimurin svevur og flykrurnar dala á tekjur og burturgoymd støð í fjarløgdum landi har hirðarnir gingu og stjørnurnar lýstu so bjart har føddist ein kongur í fátækum fjósi har var hvørki skrúð ella skart ein bjarging til okkum sum ganga í myrkri og skilja ei kærleikans makt sum flykrurnar kom hann so einskærur reinur og einglar um hann hildu vakt í nátt falla flykrur sum friður av himni og kavin seg hvítt hevur lagt nú jólini koma og heimurin svevur og einglar um hann halda vakt Orð: Sólrun Michelsen Lag: Rani Nolsøe Upptøka: Introvers Sangur: Rani og Ingibjørg Akk gittar: Rani Trummur: Brandur Jacobsen El gittar, bas, klaver, orgul: Hans Poulsen El gittar solo: Eyðun Ranason Nolsøe Videoupptøka: Petur Martin Solmunde.
Back to Top